onsdag den 22. maj 2013

myndir frá mei sísta ár :)

Hesar myndirnar eru frá mei sísta ár.. tey eru so nógv vaksin, serliga Debora... :)









mammastaaaaa tey eru fitt :)

babba og tey bæði :)

Eg fekk nakrar so fittar myndir av teimum báðum og Babba í gjár :) eisini gjørdu tey bollar afturvið døgurðanum :)



babba'sa lítlu fittu snýð :)



so fínt handalag :) bibbirnar mundu komið við :)


tey bláu, bláu fittu eyguni :) :) :)

og tað er nú avgjørt :) vit fara til suðriar aftur mikudagin 5. juni og verað til sunnumorgunin :) Jens hevur fingið  kettlingar, so tey gleða seg almikið til at síggja teir :) lombini eru blivin størri nú eisini :) :) :)

mandag den 20. maj 2013

Reinar og Marin Ró :)

Sá akkurát hesar so fittu myndirnar á FB síðuni hjá Roy :) helt tær vóru so fittar, eg mátti "stjala" tær :)




hon hevur fingið so langt hár :) so elskulig :)

nú er trampolinin eeendiliga komin uppaftur :)

Tey hava bíða sooo spent til veðrið skuldi blíva til at seta trampolinina uppaftur og leygardagin bleiv tað so !! Og tey hava hoppa og hoppa :) Omman og Abbon vóru eisini og vitjaðu :)

Í gjár vóru vit fyrst í viðarlundini og góvu hønunum breyð, so fóru vit til Havnar til Ommusyst og Bjarta til døgurða. Omman og Abbon vóru eisini har :) tað var brennandi sól í Vestmanna, men mjørki í Havn...

Seinni í gjárkvøldið, tá vit høvdu etið fingu vit hvør sín ís omaná :) lekkurt :) í dag er Jóel farin út til Ommu ein túr, Reinar skuldi eisini, so teir hugna sær nokk báðir :)

Í morgin er aftur vanligur arbeiðsdagur, tá fara vit aftur avstað aftur :) um eina viku er bátastevna her, um 2 vikur fara vit til Tjørnuvíkar og vita tit hvat?? eg haldi, vit fara aftur til Suðriar um grundlógardagsleitið ella so...


tey stríðast óført...




so er hon komin upp...


víndrúður og mango... lekkurt :)



okkurt magnetar í trampolinini, so hárið hjá Deboru stendur beint út... sum eitt Igulker....



hann skuldi sita hjá Abbanon...


Omman, babba og Debora


so fara vit í viðarlundina :)



vit høvdu goymt eitt sindur av breyðið


har eru 4 hønur og 2 hanar :)



so til Havnar... hon var pynta í kjóla...


fagrasta sólskin :)



vit fingu bæði lekran døgurða og omaná :) smakkaði soooo væl :)


LEGO'ið hjá Eli er so spennandi :)



ein so fínur garður...


Jóel dámar soooo væl :) hann segði við Ommusyst, at tað skuldi ikki brótast, men standa beint har á gólvinum til hann kom aftur :) :) :)


stóra bláa bamsan, eisini ein gomul hjá Eli :)


lekrir pinnísar :)



eg fekk asso ikki tveir; eg helt Jóel'sa meðan hann tók mynd... skuldi ikki etið nakran, har er ríkiligt av fleski, tíverri ... :(

eisini okkurt nýtt á 

Gómagott her og Hendur og hugflog her

og nakrar myndir eg tók í gjár av trøum í viðarlundini á "beside the still waters" her :) eg eri farin at dáma so væl at taka myndir av blómum og vøkstrum annars :)

fredag den 17. maj 2013

ein deiligur frídagur :)

Vit hava havt frí í dag, tað er ráðleggingardagur í barnagarðinum. Vit hava hugna okkum, verið í viðarlundini við bátum, gjørt pannukøkulagkøku aftur og tey hava verið úti næstan allan dag. Verið við Karl uppi í bønum og givið lambinum mjólk og kela tí :) súkkla, runnið í bønum, verið í rutsjibananum herniðri... tey rokast óført :)

Tað er ordiliga gott at fáa ein frídag ímillum :)


við hvør sínum bátið...


vit blivu boðin vælkomin av einari hønu :)


so flota tey bátarnar :)


"í ánni siglir skipið mítt"


"laðið í tað áarsand, eyr og smáar steinar"



hetta er Norrøna, sigur hann. Sjálvur smiða og mála. Um hetta er, tá hon rendi á molan, skal eg ikki kunna siga !! :)


ein bátur fór undir brúnna, so hann mátti á bjargingarferð...


millum trøðini :)



lekkurt at svansa :)



so lupu tey :)




aftur undir brúnni eftir einum vilstum bátið :)


fitta, fitta snýið :)


so er pannukøkulagkøka á borðinum :)

Um 2 vikur fara vit ein vikuskiftistúr til Tjørnuvíkar í íbúðina hjá FT :) eg gleði meg ordiliga nógv :) vónandi verður veðrið eisini á eini leið :) so kunnu tey verða úti, vit fara oman á sandin og hvat annað, vit kunnu finna uppá :)